Holst fekk av at vita í Århus

Tað gekk illa hjá Lyngby, tá ið oddaliðið í næstbestu donsku deildini vitjaði í Århus í gjár. AGF verður roknað sum helst sterkasta liðið í 1. deild, og í øllum førum var AGF nógv tað betra liðið í dystinum ímóti Lyngby. Úrslitið gjørdist 4-1 til AGF, eftir at liðið hevði verið á odda 4-0 stutt fyri leiklok. Christian Lamhauge Holst spældi allan dystin fyri Lyngby, men hesaferð gekk tað einki serligt hjá Holst og liðfeløgunum, sum tó framvegis liggja fremst í 1. deild.