Holmberg royndist væl

Dennis Holmberg byrjaði dystin á beinkinum, men Mikkjal Thomassen setti nýggja mannin í B36 á vøllin, tá bara 17 minuttir vóru spældir av dystinum.

Bergur Midjord fekk eitt slag í ryggin, og mátti út. Sjálvur fegnaðist venjarin hjá B36 eisini um avrikið hjá dananum. – Hann vísti seg sum ein fínur kombinatiónsleikari, og vit hava ikki havt júst hava typuna av leikara í hópinum, so tað er at fegnast um, segði Mikkjal Thomassen, sum eisini var bilsin av Holmberg. – Eg má viðganga, at eg visti ikki, at hann kastaði so langt. Vit hava ikki vant slíkar støður undir venjing, meðan hann hevur verið har, men tað er heilt víst nakað, vit kunnu fáa gleði av, segði hann.