Í 1951 komu vit á Garðar at búgva eftir fyrstu barnadagarnar á Vágsheygnum, og eitt gott ár norðuri á Stongum, meðan barnaheimið á Gørðum varð bygt.
Millum Helga og meg rann saman beinanvegin. Kanska kom hetta av, at góði vinmaður hansara Jacob Fuglø um hetta mundið flutti til Grønlands saman við foreldrunum Magnusi og Salomu. Men nógvir smádrongir vóru tá á Gørðum.
Helgi var bæði evnaligur, arbeiðssamur og raskur smádrongur, umframt at hann var foreldrunum ein góður drongur. Men tá stríð gjørdist millum smádrongir ? sum ikki sjáldan hendi ? var hann altíð klárur til verju, sjálvandi eisini til álop, um so skuldi vera.
Eisini var Helgi ein slagferdugur, stuttligur og sjarmerandi drongur, sum vann seg inn allastaðni, og sum vit vildu vera saman við.
Foreldrini Ingrid og Hanus vórðu bæði fødd í Klaksvík, hon dóttir Christian í Grótinum og Marionnu og hann sonur Giddu og Jens Christian í Toft.
Tíðliga fór Helgi til skips við mammubeiggjanum Palla hjá Marionnu, sum tá førdi "Polarstjørnuna". Fyrst sum maður og seinni sum stýrimaður. Eisini sigldi hann seinni við systkjunarbarninum Christiani Martini við nýggjari bátunum.
Fleiri ár eru nú liðin, síðani hann fór í land og gjørdist arbeiðsformaður hjá Anthoniusi Olsen í frystihúsinum NFCS.
Eingin ivi er í, at hann hevur verið Anthoniusi, sum altíð vil hava arbeiðið at ganga og ganga væl, ein góður maður.
Grannar
Tað vóru kanska einir 100 metrar millum barnaheimini hjá okkum, og tá ið vit stovnaðu egið heim, komu vit enntá at nærkast hvør øðrum meira, vit bygdu ímillum barnaheim okkara, so har gjørdust einans einir 20 metrar ímillum.
Helgi giftist við Hildigunn ? dóttur Petur Andreasen (hjá Hildu) og Elsu Mariu av Hædd. Tey fingu fýra børn, Ingi, Petur, Hanus og Elsu Mariu, sum øll eru væl undankomin og fyrimyndarlig. ? So eiga tey ein fittan ommu- og abbason, lítla Helga.
Tað er ikki sørt sjáldsamt í hesum ættarliðinum, at bæði foreldrini hjá Helga og Hildigunn eru barnfødd í Klaksvík. Áhugavert er eisini, at bæði Hanus á Gørðum og Petur hjá Hildu gjørdust sannir álitismenn hjá Kjølbro.
Gott vinarlag ? sjáldan á gátt
Vinarlagið okkara millum hevur verið gott øll árnini, hóast vit eru komnir lítið á gátt hvør hjá øðrum. Børn okkara hava eisini havt gott vinarlag sínámillum øll árnini.
Seinastu út við fjøruti árini hevur tað tó verið fastur táttur, at vit báðir hvønn jólaaftansmorgun hava verið saman hjá Helga, har vit hava etið morgunmat við góðum føroyskum viðskera. ? Hetta hevur verið ein frægd og hvørt ár ein serlig løta.
Eina ógloymandi tíð ? av so mongum - fari eg tó at nevna, tá vit í 1956, 12 og 13 ára gamlir, høvdu vakt eina summarferiu á turkarínum hjá J. J. Jacobsen. Triðju hvørju viku vóru vit á náttarvakt. ? Hesar vøkru summarnæturnar vóru so hugnaligar. Har komu vit serliga nær hvør øðrum, og øllum teimum fólkum sum vóru eldri enn vit, komu vit at hava eitt gott og serligt vinarlag við heilt upp til hesar dagar.
Góði Helgi, tær verður ynskt hjartaliga tillukku nú tú hósdagin 22. mai fert um tey seksti. Alt gott framynvir og Harrans signing verður ynskt tær og øllum tykkara.
Tøkk fyri gott granna- og vinarlag.










