64 ára gamli journalisturin Peter R. De Vries varð í gjárkvøldið skotin á opnari gøtu í Amsterdam og fekk álvarsligar løstir.
Peter R. De Vries kom úr studio hjá RTL, har hann hevði verið í arbeiðsørindum, tá ið hann varð skotin. Fleiri vitni sóu tilburðin, og vakmyndatól hava eisini filmað hendingina.
Peter R. De Vries er kendur fyri at avdúka viðurskifti í brotsmannaheiminum, og hann hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði. Seinnu árini hevur hann verið nógv brúktur sum viðmerkjari og serfrøðingur í kriminalmálum.
Peter R. De Vries varð fluttur á sjúkrahús í Amsterdam.
Tríggir persónar eru handtiknir fyri skottilburðin. Sambært BBC skal tann, ið skeyt Peter R. De Vries, verða millum teir handtiknu. Enn er ikki greitt, hvat motivið var.
Hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, sigur, at tilburðurin er eitt álop á fjølmiðlafrælsið, sum er avgerandi fyri samfelagið og fólkaræðið.
##med2##