Francois Hollande vann í gjár fyrra umfar av kappingini um, hvør skal stilla upp fyri sosialistaflokkin á franska forsetavalinum næsta ár. Sambært fyribilstølunum fekk tann 57 ára gamli fyrrverandi floksformaðurin 39 prosent av atkvøðunum. Á øðrum plássi var núverandi formaðurin, Martine Aubry, sum fekk 31 prosent.
Tað ber í sær, at tey bæði skulu kappast í seinna umfari, sum verður sunnudagin. Meiningakanningar hava víst, at tey eru bæði før fyri at vinna á núverandi forsetanum, Nicolas Sarkozy.
Francois Hollande segði í gjár, at uppgávan hjá tí komandi forsetavalevninum verður at vinna á høgravonginum og at taka alla politiska ávirkan frá teimum, sum halda til ytst á høgravonginum.