Seinni í dag fer franski forsetin, François Hollande, í Hvítu Húsini í Washington at tosa við Barack Obama, forseta um búskaparmál og Afghanistan.
Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at teir báðir forsetarnir draga eina línu, tá tað snýr seg um at leggja størri dent á vøkstur heldur enn sparingar fyri at fáa búskapin í Evropa aftur á beint. Teir eru báðir talsmenn fyri, at ES eigur at seta meiri pengar av til at fáa gongd á vøksturin.
Afghanistan verður eisini á dagsskránni, og har eru Obama og Hollande ikki heilt samdir. Eygleiðarar vænta, at Obama fer at biðja franska forsetan endurskoða ætlanina at taka teir fronsku hermenninar úr Afghanistan fyrr enn hini NATO-londini.
François Hollande (myndin) er ikki bara farin til USA at tosa við Barack Obama, tí hann skal eisini taka lut á toppfundinum hjá G8-londunum og NATO-toppfundinum.










