Holgar við nýggjum staklag

Holgar Jacobsen er virkin sum tónleikari og hevur fleiri útgávur á baki.

 

Umframt at standa á egnum beinum, er hann  eisini ofta at síggja á palli saman við bygdamonnum sínum í bólkinum Tinganest.

 

Holgar hevur nú aftur tikið tónleik upp, og er til reiðar at leggja nýtt lag fram.

 

Sjálvur sigur Holgar soleiðis:

 

Nú gevi eg áttanda staklagi út á Tutl HJF568, lagið nevnist; "Har á tokutámssteini". Eg havi gjørt orð og lag sjálvur, og havi góðar tónleikarar við mær: Jóan Jakku Guttesen, bass. Høgni Klakkstein, trummur, Erika Kjærbæk og Tórfríð Tavsen, kór, og sjálvur spæli eg gittarar og syngi. Dánjal Tavsen hevur ljóðblandað og mastrað. Orð eru sprottin úr daglidegnum og kanska eini farnari tíð.

 

Lagið er at hoyra her:

 

Her á tokutámsteini - YouTube