Holgar til ÍF

ÍF hevur undirskrivað sáttmála við Holgar Durhuus

ÍF boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 26 ára gamla Holgar Durhuus. Hann er úr norskur fótbólti, har hann hevur spælt við Kvik Halden.

 

ÍF.fo skrivar:

26 ára gamli vestmenningurin hevur fyri tað mesta spælt á álopskendu plássunum á vøllinum, og kann lýsast sum ein kvikur leikari við góðum tekniskum førleikum.

 

Seinasta árið hevur Holgar spælt við felagnum Kvik Halden, sum tryggjaði sær uppflyting í triðbestu deildina í Norra. Annars hevur Holgar altíð spælt í Føroyum, og hevur í 121 dystum í bestu deildini skorað 11 mál. Fyriuttan eitt ár á Skála, hevur hann altíð spælt við barndómsfelagnum, 07 Vestur.

 

ÍF hevur nú fingið tilgongd av spælarum sum Høgna Madsen, Karl Løkin, Dávid Langgaard og Heinesen.