Holgar: - Nú smílist lívið aftur til mín

- Málið er altíð at gerast meira produktivur, og vónandi fái eg okkurt útgivið í 2019, sigur Holgar Jacobsen.

Holgar Jacobsen heldur, at árið, sum fór, hevur verið sera gott, og hann heldur eisini, at lívið nú aftur smílist eitt sindur til hansara, sum hann sjálvur tekur til.

 

- Í árinum, sum fór, bleiv eg abbi fyri triðju ferð, og so vóru daman og eg eisini á Kos í Miðjarhavinum, sigur kendi fólkatónleikarin í Vágum.

 

Hann heldur fyri, at tíbetur hava tær minni góðu upplivingarnar í undanfarna ári ikki verið so nógvar. Treyðugt so, okkurt hóttafall kemur av og á, men lívið lærir, at summi ting fáa vit ikki gjørt so nógv við.

 

- Málið er altíð at gerast meira produktivur, og vónandi fái eg okkurt útgivið í 2019, og at míni nærmastu hava tað gott. Eisini vil eg ynskja øllum eitt gott nýggjár, sigur Holgar Jacobsen.