Holgar Jacobsen í John’s Café

Komandi leygarkvøld verður livandi tónleikur at hoyra í John’s Café í Fuglafirði, og er tað Holgar Jacobsen, sum stendur fyri tónleikinum.

 

John’s Café er ein nýggj café, sum liggur í Fuglafirði, beint undir liðini á Mentunarhúsinum. Komandi leygarkvøld bjóðar nýggja café’in til livandi tónleik við Holgari Jacobsen.

Aftrat Holgari verður eisini pub-quiz, sum byrjar klokkan 21.30.

 

Pub-quiz, sum er ein spurnakapping, verður javnan hildin runt um í barrum og café’um kring

landið, og nú sær út til, at rákið eisini hevur funnið sín veg til Fuglafjarðar.

 

John’s Cafe er í tveimum hæddum, og ovara hæddin bjóðar uppá stórskíggja, pool borð og roykirúm, meðan niðara hæddin bjóðar til livandi tónleiki.

 

Tú kanst lesa meira um tiltakið her. www.facebook.com/profile.php