Holbæk vann um vikuskiftið í donsku 2. deild eystur, og eftir dystirnar um vikuskiftið er tað greitt, at Næstved og Holbæk hava tryggjað sær uppflytingardystir til donsku 1. deild. Henrik Larsen hevur seinastu mánaðirnar verið venjari hjá Holbæk, og hóast úrslitini hava verið misjøvn, hevur felagið klárað at hildið fast um oddastøðuna. Í gjár vann Holbæk 4-3 ímóti Slagelse, og hóast ein dystur er eftir at spæla, er tað greitt, at Næstved og Holbæk enda á teimum báðum fremstu plássunum í 2. deild eystur.










