Núverandi lóg, sum m.a. forbjóðar nøkrum vandamiklum , eiga postboðini sín greiða part í. Tey hava nevniliga í langa tíð víst á týdningin av eini slíkari lóg, og 7. apríl í fjør kom lógin so endiliga í gildi. Men longu nú vísir tað seg, at hon má strammast. Fólk hava neviliga alskyns hættir at snúgva seg uttanum lógina. Og postboðini vita, at ólogligir hundar eru innfluttir til Føroya.
Hol í lógini
Heri Simonsen er álitismaður hjá postboðunum í Havn. Hann sigur, at trupulleikin við postboðum og hundum er ein klassiskur trupulleiki.
? Vit noyðast inn á økið hjá fólki í arbeiðnum, og tað eru tað ikki allir hundar, sum vilja finna seg í. Tí eru nógv postboð blivin bitin av hundi. Higartil er tó tíbetur eingin bitin av bannaðu hundunum, sigur Heri.
Men spurningurin er hvussu long tíð gongur, áðrenn tað verður. Postboðini vita nevniliga , at sonevndu dreparahundar eru innfluttir til Føroya. Tí hóast lógin er rættiliga greið, eru hol í henni.
? Fólk skjóta seg undir, at talan er um blandhundar ella at tey ikki hava nakra stamtalvu til hundin. Men er hundurin 75% Pitbull terriari og 25% okkurt annað, so er hann framvegis sera vandamikil. Summi fólk hava ein ektaðan hund, men tey siga seg einki prógv hava um, at hann er ektaður, tí tey ikki hava nakra stamtalvu, vísir Heri Simonsen á.
Heri sigur, at tað við vandamiklu hundunum er akkurát øvugt av mannagongdini, tá fólk t.d. keypa sær íslandsross.
? Tá liggur stoltleikin í at kunna vísa eina flotta stamtalvu fram. Men við forbodnu hundunum liggur stoltleikin í ikki at hava nakra stamtalvu at vísa, tí so fæst hundurin inn í landið, hóast hann er forboðin, greiðir Heri Simonsen frá.
Heri sigur seg hava ein sera greiðan noktingarpolitikk, sum sigur, at um ein hundur er úttanfyri eini hús, so fer hann ikki inn við posti.
? So kunnu tey kalla meg øll tey ókvæmisorð, tey vilja. Men eg eri so heldur ongantíð blivin bitin, sum so nógv onnur postboð, greiðir Heri Simonsen frá.
Òegnaðir hundaeigarar
Heri vísir á, at trupulleikin ikki bert liggur hjá postboðunum.
? Bæði vit og ruskmenninir noyðast dagliga inn á privata økið hjá fólki. Tískil eru vit kanska serliga útsett. Men um børn síggja ein hund inni á einum stykki, so fara tey ofta inn at klappa honum. Tí verða børn eisini sera ofta bitin. Og ganga hundarnir leysir, so eru øll í vandabólkinum, greiðir Heri frá.
Hann vísir tó á, at um hundar bíta inni á egnum stykki, so hendir einki, óansæð hvussu illa hundurin bítur.
? Tað vísir seg, at tað ofta skulu veruligar vanlukkur til, áðrenn nakað hendir. Men tá er tað altso ov seint, staðfestir Heri.
Hann sigur, at tað í dag eru nógv fólk, sum hava alt ov nógv at gera til at hava hund. Tey hava ikki stundir at taka sær nóg væl av honum, ganga túrar og tílíkt sum krevst.
? At tað eru so nógv fólk, sum ikki hava stundir til hundin, og sum tí bara tjóðra hundin uttanfyri, gongur útyvir tey, ið hava dagliga passagu inn til húsini, staðfestir Heri. Hann heldur fram og sigur, at tað hóast alt er munur á hundum.
? Fólk mugu gjarna hava colliehundar og puddlehundar fyri mær. Men tað er altso munur á hundum. At skula ganga framvið einum Colliehundi og einum Dobermanni ella Pittbull terriara kann ikki heilt samanlíknast, vísir Heri á.
Hann sigur seg mæla til, at lógin verður broytt soleiðis, at bert vaktarverk og t.d. sløkkilið fáa loyvi at hava tílíkar hundar. Ikki privat fólk.