Tað eru tvey ógvuliga aktuel og væl umtókt føroysk nøvn, sum fara á pall í frístaðnum í Keypmannahavn um smáar tríggjar vikur.
Hogni, sum Høgni Lisberg kallar bólkin hjá sær, hevur júst útgivið sítt fyrsta føroyska staklag og fleiri eru ávegis. Hogni hevur spælt á fleiri útlendskum festivalum, eitt nú Roskilde, Spot Festival, Iceland Airwaves, Midem og Italia Wave Love Festival, men hann hevur ongantíð spælt á Loppen áður.
Við sær á pallin hetta kvøldið í Loppen, hevur Høgni Lisberg fingið Jan Rúna Poulsen, trummur, og Knút Háberg Eysturstein, synth og keys.
Swangah hava í summar havt fleiri sera væleydnaðar konsertir kring Føroyar, eitt nú á Voxbotn, Ó13 og á Summarfestivalinum. Seinast teir vitjaðu á Christiania var á Operaen, og hvørki áðrenn ella aftaná hava so nógv fólk verið savnað har, sum tað kvøldið, ið Swangah var á palli har saman við trimum øðrum føroyskum bólkum.
Síðani tá hava teir givið út fløguna Undirgangstónar, sum føroyingar veruliga hava tikið væl ímóti.
Umframt Hogni og Swangah fáa fólk eisini høvi at hoyra Jákup á Lakjuni og Sugardaddy og Honeypie fara eisini at diska hetta kvøldið.
Stóra tónleikatiltakið verður leygarkvøldið 7. september.
Sí annars fleiri upplýsingar um tiltakið HER.










