Høvundar í Hollywood hótta við verkfalli

Í síðstu løtu royna samráðingarfólk hjá leikritahøvundum í Hollywood at semjast um eina nýggja sáttmálaavtalu við stóru framleiðslufeløg sum Walt Disney og Netflix.

 

Mike Blake/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Um ikki partarnir røkka eini semju, kann The Writers Guild of America (WGA), sum er fakfelagið hjá leikritahøvundunum, longu í morgin fara í verkfall.

Leikritahøvundarnir vilja hava hægri løn og broytingar í viðurskiftum sínum í ídnaðinum. Orsøkin er sambært leikritahøvundunum at boom í stroyming.

 

 

Mike Blake/Reuters/Ritzau Scanpix