Høvuðsstaðarfeløgini skipa fyri stórum fótbóltstiltaki

Fótbóltstiltak fyri øll verður í Gundadali í morgin

Í morgin, mikudagin 10. juni skipa AB, B36 og HB fyri stórum fótbóltstiltaki í Gundadali. Feløgini fara at seta eina rúgvu av lítlum fótbóltsvallum upp á ovara og niðara vølli, og allir føroyingar verða bodnir hjartaliga vælkomnir í Gundadal at sparka fótbólt og hugna sær saman, stendur at lesa í skrivi, sum B36 hevur lagt út á sínari Facebook-síðu.

 

Sagt verður víðari í skrivinum, at feløgini vóna at síggja børn, foreldur, ommur, abbar og øll tey, ið tíma at spæla fótbólt, í Gundadali hendan dagin. 

 

Tiltakið er ókeypis og er ein liður í altjóða tiltakinum ,,Fótbóltur fyri øll", sum UEFA leggur dent á í hesum døgum.