Høvið verður at ganga ella renna gjøgnum Sandoyartunnilin

Tá Sandoyartunniln letur upp hósdagin hin 21. desember, verður høvi hjá øllum – bæði yngri og eldri - at renna ella ganga ígjøgnum tunnilin

Ætlar tú tær nakrantíð at ganga ella renna gjøgnum Sandoyartunnilin, so skal tað verða tann dagin, tunnilin letur upp. Tá verður nevniliga høvi hjá øllum at sleppa ígjøgnum tunnilin - heilt úr tunnilismunnanum á Gomlurætt til hin endan av tunlinum, sum kemur út í Traðardali millum Sand og Skopun.

 

Tað eru Bragdið og B71, sum eru saman um hetta sermerkta tiltak, og tey bjóða øllum at taka lut.

 

- Renningin byrjar á miðdegi henda dagin, og eftir tiltakið eru øll vælkomin í ítróttarhøllina Inni í Dal til ein drekkamunn.

 

Á heimasíðuni hjá Bragdinum vita tey at siga, at almenna hátíðarhaldið verður nakað innanfyri tunnilsmunnan Sandoyarmegin, og haldið byrjar klokkan 14.

 

- Neyvan náa øll á mál til tíðina, og áðrenn tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, koyra bussar eftir teimum, sum møguliga ikki eru komin til endan av tunlinum.

 

Bragdið vísir á, at hetta verður gjørt fyri, at taðs skal verða so trygt sum gjørligt, bæði hjá renni- og gongufólkunum og bilunum.

 

- Fram til 6. desember ber til at keypa eina blusu til minnis um dagin, og hon kostar 100 krónur.

 

Sjálvt tiltakið, sum Bragdið og B71 skipa fyri, kostar 50 krónur fyri vaksin eldri enn 14 ár og 20 krónur fyri børn, yngri enn 14 ár.

 

- Annars er eingin tilmeldingarfreist, siga tey hjá Bragdinum.

 

Lagt verður aftrat, at bussar fara at koyra av Sandi aftur til Gomlurætt, tá tiltakið er liðugt, tí tá ber hvørki til at ganga ella renna gjøgnum Sandoyartunnilin.

 

Um heimasíðuna hjá Bragdinum ber til at tekna seg til hetta serstaka tiltak.