Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB í triðbestu donsku fótbóltsdeildini eru framvegis ósigraðir aftaná fyrstu fýra leikumførini hetta kappingarárið.
Higartil hevur verið talan um tríggjar javnleikir og ein sigur. Í kvøld var tó sera nær við, at AB tapti fyrsta dystin hetta kappingarárið.
AB spældi í kvøld á útivølli móti Frederiksberg Alliancen, betur kent sum FA 2000. Tá fimm minuttir vóru farnir av tíðini dómarin hevði lagt javnaði Hørður til 2-2, og tryggjaði harvið, at AB fekk eitt stig við sær heim til Gladsaxe.
Hørður spældi allan dystin fyri AB.
AB er fjórðfremst í deildini við seks stigum. Fremst er Esbjerg við níggju stigum fyri tríggjar dystir.
Leygardagin 2. september tekur AB móti júst Esbjerg á heimavølli.










