Hørður Askham ársins ungi leikari

Miðverjin hjá B36 er landsins besti ungi leikari

Hørður Askham, sonur Heðin Askham, er ársins ungi leikari.


Undanfarin ár hevur Ársins stjørnuskot verið valt, men fyri at gera tað meiri greitt, er bólkurin broyttur í ár, soleiðis at tað nú eitur Ársins ungi leikari – og hetta fevnir um allar leikarar, sum hava aldur til U21-landsliðið og yngri lið.

- Hetta hevur gingið ógvuliga skjótt hjá mær, so hetta eri eg ómetaliga fegin um. Eg havi spælt aðrastaðni á vøllinum fyrr, men nú vil eg siga, at eg eri miðverji.


Hørður Askham hevur spælt 32 dystir fyri B36 í ár, og fimm landsdystir fyri U21-landsliðið. Teir báðir, sum komu næstir í kappingini um at gerast ársins ungi leikari eru Teitur M. Gestsson hjá HB og Árni Frederiksberg úr NSÍ.


Ársins stjørnuskot, sum tað æt í fjør, var Páll Klettskarð hjá KÍ.

 

Á hesari leinkjuni sæst løtan, tá Hørður Askham og Kára Djurhuus vóru heiðraði, sum ársins ungu spælarar: http://www.youtube.com/watch?v=m3yK0KT16w0&feature=youtu.be