Høgni sagt seg úr starvi

Høgni í Jákupsstovu, redaktørur á Dagur & Viku og fyrireikari av nýggjárssendingini, hevur sagt seg úr starvi

Høgni í Jákupsstovu, redaktørur á Dagur & Viku og fyrireikari av nýggjárssendingini, hevur sagt seg úr starvi frá í dag at rokna.


Hesum hevur hann boðað frá í morgun.

 

Umframt at vera redaktørur á sjónvarpstíðindunum, var Høgni í Jákupsstovu fyrireikari og samskipari av nýggjárssendingini, sum hevur verið fyri nógvum atfinningum.

 

Les eisini: Einki við nýggjárssending at gera

 

Sum skilst skuldi Høgni í Jákupsstovu vera redaktørur á Degi & Viku í kvøld, men tað verður hann so ikki, nú hann hevur sagt seg úr starvi.