Høgni rýmdi úr nýggjárssendingini

Høgni í Jákupsstovu tveitti mikrofon og manuskript frá sær, tá kjakið í nýggjárssendingini var liðugt

Eftir kjakið í nýggjárssendingini, sum Sp/f Fjølvinna gjørdi fyri Kringvarp Føroya nýggjársaftan, gjørdist Høgni í Jákupsstovu, samskipari, so firtin, at hann tveitti mikrofon og manuskript frá sær og rýmdi úr sendingini. Liljan Weihe, sum ikki skuldi verða við í partinum hjá Fjølvinnu, mátti taka um endan og verða vertur fyri Høgna í Jákupsstovu.

 

LesIð eisini: Høgni sagt seg úr starvi

 

– Vit harmast um, at sendingin ikki helt seg til leiðreglur um góðan fjølmiðlasið í kjakinum um nýggjárssendingina.

 

So bersøgin er Dia Midjord, kringvarpsstjóri, sum hevur eftirmett nýggjárssendingina, sum Sp/f Fjølvinna gjørdi fyri Kringvarpið. Tað, hann sipar til, er kjakið, har blaðstjórin á Sosialinum varð settur ímillum Kára Durhuus, stjóra í Fjølvinnu og Dia Midjord, kringvarpsstjóra. Blaðstjórin spurdi í kjakinum Høgna í Jákupsstovu, hvønn hann arbeiddi fyri. Í fyrstu atløgu vildi hann ikki svara, men viðgekk fyri opnum skíggja, at hann arbeiddi bæði fyri Fjølvinnu og Kringvarpið – samstundis sum hann skuldi leiða kjakið.  

 

Lesið eisini: Einki við nýggjárssending at gera

 

in.fo veit frá keldum, at Høgni í Jákupsstovu gjørdist sera firtin av at verða avdúkaður fyri opnum skíggja at arbeiða fyri báðar partarnar, sum Eirikur Lindenskov varð settur at kjakast við.  

 

Høgni í Jákupsstovu hevur avsannað, at hetta hevði ávirkan á, at hann ikki longur arbeiðir í Kringvarpinum. Tað var ein avgerð, sum varð tikin væl frammanundan, hevur hann áður sagt við in.fo. Men greitt er, at Dia Midjord og kringvarpsleiðslan eru misnøgd við hansara leiklut sum samskipari. Dia Midjord skrivar soleiðis:  

 

Lesið eisini: Eg eri errin av nýggjársendingini

 

...Tí varð ein høvuðssamskipari settur á sendingina. Hesin samskiparin skuldi tryggja, at sendingin leyk krøvini um góðsku og ásetingarnar í sáttmálanum um, at nýggjárssendingin skuldi fylgja reglununum um góðan fjølmiðlasið. Kringvarpið harmast um, at samskipanin sveik, og at tilrættisleggingin ikki var nóg góð.  

 

Soleiðis gevur kringvarpsstjórin beinleiðis Høgna í Jákupsstovu skyldina fyri, at sendingin ikki var nóg góð og ikki livdi upp til krøvini um góðan fjølmiðlasið.  

 

Kjakið í nýggjárssendingini sæst við at TRÝSTA HER og scrolla 2 tímar 54 minuttir og 53 sekund inn í nýggjárssendingina.