Klokkan tíggju í morgun sessaðust teir 60 luttakararnir í NM í skúlatelving aftur við borðini. Teir telva á Hotel Klaksvík – Sjómansheiminum – og fyrrapartin er triðja umfar á skránni.
Í A bólkinum (1995-1997) eigur føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hægsta styrkistalið millum teir tólv luttakararnar úr øllum Norðurlondum – tveir úr hvørjum landi. Sandavágsdrongurin verður harvið roknaður millum favorittarnar, og í gjár megnaði var hann sannførandi. Hann vann fulla úrtøku í tveimum teimum fyrstu umførunum.
Telvað verður í fimm aldursbólkum. Føroysku luttakararnir eru í bólki A (1995-1997) Høgni Egilstoft Nielsen og Rúni T. Jacobsen, í bólki B (1998-1999) Eli W. Finsson og Bjarki Bertholdsen, í bólki C (2000-2001) Janus Skaale og Kaj Olsen, í bólki D (2002-2003) Leif Reinert Fjallheim og Rógvi Mørkøre og í bólki E (2003-2004) Lütjen Akselsson Apol og Benjamin Reinert Fjallheim.
Fjórða umfar verður klokkan 16, og tey bæði síðstu umførini vera í morgin – klokkan 10 og 16.
Umframt á staðnum ber til at fylgja kappingini beinleiðis á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya- faroechess.com .











