Í dag og í morgin, 25. og 26. februar, er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, á vitjan í Brússel. Á vitjanini í dag fer hann at greiða frá støðu Føroya sum fiskivinnutjóð.
Eisini fer fiskimálaráðharrin at kunna um arbeiðsbólkin, sum er settur at gera tilmæli um fiskivinnunýskipan, eins og at hann fer at kunna um føroysk sjónarmið í mun til strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft, norðhavssild og makrel.
Hetta verður gjørt á almennum tiltaki, sum Sendistova Føroya í Bússel skipar fyri.
Í morgin, fríggjadagin 26. februar, verður fundur millum Høgna Hoydal og Karmenu Vella, evropanevndarlim í fiskivinnumálum. Teir báðir fara at umrøða mál, ið hava felags áhuga.
Leinkja og meira kunning um tiltakið og framløguna hjá Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, kann síggjast á www.fisk.fo











