Høgni Hoydal bíðar eftir nevndini

Tá ið skip avreiða í Føroyum, skulu tey avreiða allan fiskin, eisini livur, garnar, høvd og uggar

Tá ið skip koma til lands at avreiða fisk í framtíðini, skulu tey avreiða ALLAN fiskin, eisini livur, garnar, høvd og uggar.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur spurt hann, um ætlanin er at taka nøkur stig fyri at fáa fáa skip at avreiða fiskin í ísvatni, blóðgaðan, men ókruvdan.

 

Høgni Hoydal sigur, at hetta landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa alt til høldar. Og nú ein arbeiðsbólkur er sett at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, er hetta eisini ein partur av arbeiðssetninginum hjá bólkinum.

 

Samstundis hevur landsstýrið hækkað játtanina til Fiskivinnuroyndir við serligum denti á virðisøking og at fáa alt til lands.

 

Harafturat arbeiða føroyskir granskarar í løtuni við eini verkætlan, sum nevnist, "Alt til lands", og hon verður liðug í vár.

 

Eftir lógini, sum nú er galdandi, er tað annars ikki loyvt at avreiða ókruvdan fisk. Einastu undantøk eru kongafiskur og gulllaksur, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann eisini geva undantaksloyvi.  

 

Men síðani er nógv hent, og menningin hevur verið stór og nú á døgum eru høvd, uggar, livur og garnar eisini eitt tilfeingi, sum kann kasta av sær.

 

- Tí eigur ein nýggj og endurskoðað lóggáva at byggja á, at hetta tilfeingið eisini kemur til høldar, sigur Høgni Hoydal.

 

Arbeiðsbólkurin, sum er settur at gera uppskot til eina nýggja fiskivinnuskipan, skal vera liðug beint eftir ólavsøku og tá verður stæða tikin til, hvussu farast skal fram fyri at fáa alt fiskatilfeingið til lands, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann heldur nevniliga, at tað er best at taka hendan spurningin upp í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Tó ber sjálvsagt væl til at gera ítøkiligar royndir, eisini í sambandi við at taka ókruvdan fisk til lands, leggur hann afturat.