Klokkan 10 í morgin er 9. og síðsta umfar í FM í talvi fyri einstaklingar. Tað hevur verið møguleiki fyri, at talan í síðsta umfari skuldi verða um sanna finalu millum Høgna Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen, sum alla vikuna hava verið teir báðir fremstu.
Martin Poulsen og Høgni Egilstoft Nielsen bresta saman fyrrapartin í morgin, men tá verður ikki telvað um FM heitið. Í dag tryggjaði 16 ára gamli Høgni E. Nielsen úr Sandavági sær FM heitið. Í dag vann hann á Tummasi Martin Sólsker, og harvið hevur nýggi meistarin fulla úrtøku undan síðsta umfarinum.
At tað longu í dag varð greitt, at ungi sandavágsdrongurin er nýggjur talvmeistari, komst av, at eldri beiggi hansara, Rógvi Egilstoft Nielsen, vann á Martini Poulsen. Høgni E. Nielsen hevur 8 stig, og honum næstur undan síðsta umfarinum eru tríggir, sum tó ikki kunnu røkka meistaranum. Teir eru Rógvi E. Nielsen, Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen, sum allir hava 6 stig.
8. umfar
Rani Baldursson-Ólavur Simonsen ½ - ½
Rani Nolsøe-Heiðrikur T. Jacobsen ½ - ½
Tummas Martin Sólsker-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
Martin Poulsen-Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1
Hans Kristian Simonsen-Margar M. Berg 1-0
Støðan eftir 8 umfør
Høgni Egilstoft Nielsen 8 stig
Rógvi Egilstoft Nielsen 6 stig
Martin Poulsen 6 stig
Hans Kristian Simonsen 6 stig
Ólavur Simonsen 5 stig
Rani Nolsøe 3 stig
Tummas Martin Sólsker 2 stig
Heiðrikur T. Jacobsen 2 stig
Rani Baldursson 1 ½ stig
Margar M. Berg ½ stig
9. umfar leygardagin klokkan 10
Margar M. Berg-Rani Baldursson
Rógvi Egilstoft Nielsen-Hans Kristian Simonsen
Høgni Egilstoft Nielsen-Martin Poulsen
Heiðrikur T. Jacobsen-Tummas Martin Sólsker
Ólavur Simonsen-Rani Nolsøe










