Høgiklettur er á veg inn við 1.250 tonsum av makreli og sild. Skipið verður á Tvøroyri um midnáttarleitið, har lastin verður løgd upp til Varðan Pelagic.
- Skipið hevur partrolað við Tummasi T, og meginparturin av veiðini er makrelur.
Varðin í Gøtu, sum eisini eigur hesa myndina, sigur, at veðrið hevur verið heldur ólagaligt á hesum túrinum, og hetta sæst beinanvegin aftur í fiskiskapinum.
- Nú er veðrið aftur hampiliga gott, og skipini hava aftur hampiligan makrelfiskiskap, sigur Varðin í Gøtu.