Hodgson ovarliga á ynskilistanum hjá WBA

Líkt er til, at Roy Hodgson fær møguleikan at gerast høvuðsvenjari hjá West Bromwich Albion Í vikuskiftinum fekk italski venjarin hjá West Bromwich Albion, Roberto di Matteo fótin, sum venjari hjá West Bromwich.

 

Í teimum seinastu 17 dystunum hevur WBA bara fingið 11 stig, og tí sá leiðslan hjá WBA ongan annan møguleika, enn at skifta høvuðsvenjaran út.

 

Og líkt er til, at valið fellur á ein venjara, sum ikki hevur gjørt tað nógv frægari, enn Roberto di Matteo, nevnliga Roy Hodgson, sum royndi eydnuna í Liverpool í farna ári.

 

Sambært bretska blaðnum ?Daily Mail?, so stendur tað millum Roy Hodgson og Sam Allardyce, sum fekk fótin sum høvuðsvenjari hjá Blackburn Rovers.

 

Fyrrverandi Newcastle-venjarin, Chris Hughton verður eisini nevndur sum ein komandi høvuðsvenjari hjá WBA.

 

Gamla hetjan hjá WBA, skotin Derek McInnes er eisini millum kandidatarnar til sessin. Derek McInnes er í skrivandi stund venjari hjá skotska felagnum, St. Johnstone.