Dysturin í dag millum Danmark og Týskland var sera avgerandi fyri víðari luttøkuna í kappingini.
Sí eisini:
HM: Danmark og Týskland í avgerandi dysti kl 11.30
Og tað var Týskland sum vann, og kann gera seg til reiðar til høvuðsumfarið.
Týskland byrjaði dystin sum eitt óløgi og var frammanfyri 6-1 eftir einum 11 minuttum.
Men danir komu fyri seg, fingu ferð á álopið og kundu takka Sandru Toft í málinum fyri at munurin tódnaði nakað. Týskland megnaði at økja upp í seks mál eina løtu, men danir skoraðu fimm ferðir á rað og minkaðu um munin til 10-9.
Tað var tó trupult hjá teimum donsku at leggja seg á odda, og Týskland hevði hug at verða eini tvey ella trý mál á odda.
Í seinna hálvleiki eydnaðist fleiri ferðir Danmark at minka um munin niður í eitt mál, men nærri komu danir ikki. Tær týsku hildu fast, og endaðu við at vinna dystin 26-25.
Týskland skal spæla ímóti Fraklandi og Suðurkorea næstu dagarnar, og tað skal ganga teimum týsku óvanliga illa, um tær ikki skulu spæla seg víðari.
Danmark er hinvegin í stórum vanda áðrenn tveir teir seinastu dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum. Hjá teimum krevst tveir sigrar ímóti Fraklandi og Brasil.