HM: Skráin fyri bólk H (Bólkurin hjá Danmark)

Danmark, Bahrein, Belgia og Tunesia manna innleiðandi bólk H í HM-endaspælinum í manshondbólti

Danska manslandsliðið í hondbólti, ið er verjandi heimsmeistari frá 2021 og 2019 er komið í ein yvirkomuligan innleiðandi bólk í HM-endaspælinum í hondbólti, ið verður leikt í Svøríki og í Pólandi, dagarnar 11. til 29. januar.

 

Danmark mannar bólk H saman við Bahrein, Belgia og Tunesia, og er Danmark favorittur til at vinna bólkin.

 

Danmark spælir sínar innleiðandi bólkadystir í Malmö, og tí vera dystirnir hjá Danmark at kennast sum heimadystir hjá danska liðnum.

 

Her er skráin fyri bólk H: 

 

13. januar:

 

Bahrain-Tunesia klokkan 17

 

Danmark-Belgia klokkan 19.30

 

15. januar:

 

Belgia-Tunesia klokkan 17

 

Danmark-Bahrain klokkan 19.30

 

17. januar:

 

Belgia-Bahrein klokkan 17

 

Tunesia-Danmark klokkan 19.30