HM-Radio: Favorittstøðan er 60-40 til Frakland

(FM1) Hoyr HM-radio panelið, ið var á FM1 seinnapartin. Panelið var mannað við Oddbirni Joensen og Tróndi Arge

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina HM-radio sum var á FM1 seinnapartin í dag.

 

Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge mannaðu HM-panelið í dag.

 

Til viðgerðar vóru HM-hálvfinalurnar, metingar um HM-finaluna sunnudagin, ið verður millum Frakland og Kroatia, og hvønn Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge halda hevur uppiborið at fáa heiðurin at verða besti spælarin í kappingini. Oddbjørn Joensen metir, at favorittstøðan í finaluni er 60-40 til Frakland, men hann vónar, at tann ótrúliga søgan um lítlu tjóðina, Kroatia kann fáa enn ein glæsuligan kapitul.

 

Ringt var eisini til André Olsen sum hevur fylgt enska landsliðnum væl. André Olsen heldur, at hóast vónbrotið er stórt í Onglandi, at lið teirra hevur havt eina góða kapping.