Millumumfarið í HM-endaspælinum er í gongd.
Í millumbólki 2 í Varazdin í Kroatia eru tveir dystir leiktir í millumbólki 2 fyrr í dag.
Okkara komandi mótstøðulið í EM-undankappingini 12. og 16. mars, Niðurlond vunnu tepran 38-37 sigur á Katar. Katar var á odda 19-17 í steðginum. Niðurlendsku stórfavorittarnir høvdu tungt hoyggj við at basa Katar, men tað gekk akkurát. Niels Versteijnen skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum.
Okkara HM-undankappingarbanamenn, Norðurmakedonia leiktu í sama bólki javnleik 29-29 móti Eysturríki. Eysturríki var frammanfyri 14-13 í steðginum.
Klokkan 20 byrjar dysturin millum Frakland og Ungarn.
Frakland og Niðurlond hava fýra stig hvør. Ungarn og Eysturríki hava trý stig hvør, Norðurmakedonia hevur tvey stig, og Katar er aftast við tveimum stigum.
Katar-Niðurlond 37-38 (19-17)
Toppskjúttar Katar: Frankis Marzo 11, Zarko Markovic 8, Amine Guehis 5, Ahmad Madadi 3.
Toppskjúttar Niðurlond: Dani Baijens 9, Luc Steins 7, Rutger Ten Velde 7, Kay Smits 5.
Eysturríki-Norðurmakedonia 29-29 (14-13)
Toppskjúttar Eysturríki: Lukas Hutecek 6, Nemanja Belos 5, Sebastian Frimmel 4, Eric Damböck 4, Tobias Wagner 4.
Toppskjúttar Noðurmakedonia: Marko Mitev 6, Zharko Peshevski 5, Filip Kuzmanovski 4, Nenad Kosteski 3, Ivan Djonov 3.
Skráin:
21. januar: Eysturríki-Norðurmakedonia 29-29 (14-13)
21. januar: Katar-Niðurlond 37-38 (19-17)
21. januar: Ungarn-Frakland (klokkan 20)
23. januar: Norðurmakedonia-Katar (klokkan 14.30)
23. januar: Niðurlond-Frakland (klokkan 17)
23. januar: Ungarn-Eysturríki (klokkan 19.30)
25. januar: Niðurlond-Eysturríki (klokkan 14.30)
25. januar: Katar-Ungarn (klokkan 17)
25. januar: Frakland-Norðurmakedonia (klokkan 19.30)