Hava keypt ArtiCon fyri 144 milliónir krónur

Danska byggifyritøkan sigur seg hava goldið 144 milliónir krónur fyri 80 prosent av ArtiCon

– Per Aarsleff Holding A/S hevur gjørt avtalu um at gerast høvuðspartaeigari í føroyska byggifelagnum ArtiCon P/f. Íløgan er 144 milliónir krónur, skrivar felagið.

 

Felagið skrivar um ArtiCon, at tað er ein stór lokal byggifyritøka við høvuðssæti í Tórshavn.

 

– Tey 300 starvsfólkini í felagnum røkja byggi- og sivilverkfrøðiligar uppgávur fyri almennar og privatar kundar í Føroyum. Í 2023 hevði felagið ein umsetning uppá 654 milliónir danskar krónur og eitt EBIT-úrslit uppá 40 milliónir danskar krónur.

 

– Føroyar eru ein nýggjur marknaður fyri Aarsleff samtakið. Aarsleff fær lokala nærveru og eina styrkta støðu í Norðuratlantshavi, har stór menning í løtuni er við íløgum í undirstøðukervi og bygging, serliga í størru býunum.

 

»Vit síggja ein spennandi marknað við stórum møguleikum, har Aarsleff-samtakið við sterku førleikunum hjá ArtiCon er serstakliga væl fyri«, sigur Jesper Kristian Jacobsen, stjóri í Aarsleff-samtakinum.

 

Ognarparturin hjá Aarsleff verður 80%, meðan restin av ognarlutinum verður býttur við 10% til núverandi eigarar hjá ArtiCon og 10% til trý leiðandi starvsfólk.

 

Yvirtøkan er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum. Somuleiðis verða avrikisvæntanirnar hjá ArtiCon fyri fíggjarárið 2024/25 eisini bert innlimaðar, tá íløgan er góðkend.