12. og 16. mars spælir føroyska manslandsliðið EM-undankappingardystir móti Niðurlondum.
Í bólki D í HM-endaspælinum vístu Niðurlond í kvøld, at teir hava nógvar dygdir.
Í kvøld vunnu Niðurlond 37-32 á liðnum, ið gjørdist okkara bani í HM-undankappingardystunum, Norðurmakedonia. Niðurlond vóru á odda 18-15 í steðginum.
Rutger Ten Velde var stórskjútti hjá Niðurlondum við 11 málum.
Í sama bólki vann Ungarn stórsigur 35-18 (20-9) á Guinea.
Niðurlond-Norðurmakedonia 37-32 (18-15)
Toppskjúttar Niðurlond: Rutger Ten Velde 11, Kay Smits 7, Ivar Stavast 5.
Toppskjúttar Norðurmakedonia: Filip Kuzmanovski 9, Martin Serafimov 6, Marko Mitev 4.
Guinea-Ungarn 18-35 (9-20)
Toppskjúttar Guinea: David Eponouh 3, Lilian Pasquet 3, Sambou Sissoko 3, Adjiri Corcher 3.
Toppskjúttar Ungarn: Zoltán Szita 7, Bence Imre 6, Bence Krakovszki 3, Zsolt Krakovszki 3.
Niðurlond hava fýra stig, Ungarn hevur trý stig, Norðurmakedonia hevur eitt stig, og Guinea er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Skráin fyri innleiðandi bólk D:
15. januar: Niðurlond – Guinea 40-23 (21-9)
15. januar: Ungarn – Norðurmakedonia 27-27 (14-14)
17. januar: Niðurlond – Norðurmakedonia 37-32 (18-15)
17. januar: Guinea – Ungarn 18-35 (9-20)
19. januar: Norðurmakedonia – Guinea, klokkan 17.
19. januar: Ungarn – Niðurlond, klokkan 19.30.