HM: Mikkel Hansen át bara jogurt í fimm dagar

Tað var als ikki uttan orsøk, at Mikkel Hansen var ein skuggi av sær sjálvum í fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi

HM- Fjórðingsfinalan í manshondbólti millum Danmark og Egyptaland farna mikudag fer í søgubøkurnar sum ein hin mest minniligi, um ikki tann mest minniliga endaspælsdysturin í manshondbólti nakrantíð. Danmark vann 39-38 aftaná tvær ferðir longda leiktíð og brotskastskapping. Eitt drama sum seint verður gloymt.

Í allari gleðini um, at Danmark hevði vunnið seg víðari til hálvfinalurnar vóru mong paff av mongu skeivu sendingunum Mikkel Hansen hevði í dystinum, og ikki minst løtuna har danski stórspælarin fekk tað reyða kortið fyri at tveitta bóltin óítróttarliga út til innkast í fyrru longdu leiktíðini. Egyptaland fekk brotskast, og so fór dysturin til seinnu longdu leiktíðina.

Danskir miðlar góvu Mikkel Hansen botnkarakter, og "ringasti landsdysturin nakrantíð" hjá Mikkel Hansen var vendur á teimum sosialu miðlunum.

Men persónligu niðurtúrurin hendan dagin hevði sína orsøk. Vegna búkilsku hevði Mikkel Hansen undan fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi bara etið jogurt í samfullar fimm dagar. Dagarnar aftaná fekk hann etið vanliga føði aftur og styrknaði væl. 

Og tað skal sigast, at heimsstjørnan Mikkel Hansen glampaði í hálvfinaluni móti Spania ígjár har hann umframt at medda 12 bóltar í kassan hjá Spania hevði góðar sendingar og upplegg til mál hjá øðrum, og bleiv uppiborið valdur til "Man of The Match" aftaná 35-33 hálvfinalusigurin hjá Danmark ígjár. 

Sum gamla danska orðafelli sigur so væl: "Uden mad og drikke duer helten ikke"

Klokkan 16.30 í morgin skal Mikkel Hansen royna at vinna annað heimsmeistaraheitið hjá sær. Áður hevur hann vunnið bæði OL-gull, EM-gull og HM-gull við Danmark. Haraftrat hevur Mikkel Hansen vunnið trý donsk og seks fronsk meistaraheiti. Enn hevur hann tó til góðar at vinna Champions League við PSG Handball. 

Tað verður neyvan jogurt-útgávan av Mikkel Hansen svenskarar møta í morgin, og danskarar eru eisini sambært altjóða veddingarfyritøkunum greiður favorittar til at vinna á Svøríki í HM-finaluni í morgin.