Føroyska U21-landsliðið vann ein greiðan 34-21 sigur á Angola í ti fyrsta dystinum í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum í Týsklandi og Grikkalandi.
Grundin var løgd við einum framúr góðum fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru Føroyar á odda 18-8.
Í seinna hálvleiki valdu venjararnir at hvíla Hákun West av Teigum, Paula Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið bara kom inn at skjóta brotskøst.
Sostatt fingu fleiri leikarar virðismikla leiktíð í dag.
Elias var valdur til besta leikaran í dystinum.
Málverjarnir, Pauli Jacobsen í fyrra hálvleiki og Aleksandar Lacok í seinna hálvleiki bjargaðu samanlagt 48 prosent av málroyndunum hjá Angola.
Hósmorgunin klokkan 10 spæla vit móti Japan.
Málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Hákun West av Teigum 5, Bjarni í Selvindi 4, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Kristian Jensen 4, Bogi Hansen 2, Janus Dam Djurhuus 2, Pauli Mittún 1, Ovi Lützen 1, Brian Slyne 1, Aleksandar Lacok 1, Ísak Vedelsbøl 1.