HM: Ísland helt lív í fjórðingsfinaluvónini

Íslendingar mugu seta sína lít til, at Slovenia tekur stig frá Kroatia

Íslendingar greiddu sín setning í seinasta dystinum í HM-millumbólki 2.

 

Zagreb Arena høllini vann Ísland trivaligan 30-21 á Argentina. Í steðginum var Ísland á odda 15-10.

 

Klokkan 17 spælir Egyptaland móti Kap Verde, og klokkan 19.30 verður uppgerð millum vertstjóðina, Kroatia og Slovenia.

 

Vinna Egyptaland og Kroatia sínar dystir hava Ísland, Egyptaland og Kroatia øll átta stig hvør. Men tá eru Egyptaland og Kroatia betri enn Ísland í innanhýsis uppgerðunum. Tí mugu íslendingar hava hjálp frá slovenum, tí Kap Verde ger einki við egyptar.

 

Ísland-Argentina 30-21 (15-10)

 

Toppskjúttar Ísland:  Óðinn Þór Rikharðsson 7, Viggó Kristjánsson 4, Orri Freyr Þorkelsson 4, Janus Daði Smárason.

 

Toppskjúttar Argentina:  Ramiro Martinez 6, Martin Jung 3, Lucas Aizen 3, Juan Gull 3.