Kroatiski málverjin, Dominik Livakovic eigur sín stóra lut í, at Kroatia hevur rokkið enn einari HM-hálvfinalu.
Í brotssparkskappingini hjá Kroatia í áttandapartsfinaluni móti Japan bjargaði Livakovic trimum brotsspørkum.
Í brotssparkskappingini móti Brasil bjargaði aftur einum brotssparki, og tað gjørdist munurin millum liðini.
Dominik Livakovic hevur higartil í kappingini havt 23 bjargingar. Tað eru fleiri bjargingar enn hinir málverjarnir hjá hinum trimum HM-hálvfinaluliðunum hava havt tilsamans. Bara í dystinum móti Brasil hevði Livakovic 11 bjargingar.
Hugo Lloris í franska málinum hevur havt átta bjargingar higartil í HM-kappingini. Yassine Bounou í málinum hjá Marokko hevur havt fimm bjargingar, og Emiliano Martinez í málinum hjá Argentina hevur havt tvær bjargingar.
Dominik Livakovic er einasti leikararin millum teir fyrstu ellivu hjá Kroatia, ið spælir í bestu kroatisku deildini. 27 ára gamli Livakovic er málverji hjá Dinamo Zagreb.