HM fyri teldur

Júst sum dysturin móti Kasparov, sum endaði 2-2, var av, fór talvforritið Fritz við manning sum favorittur til Eysturríkis at taka lut í heimsmeistaraskapinum fyri talvforrit

Talv

Tað eru ikki einans vælkendu forritini Fritz og Deep Junior, sum kunna geva menniskjanum mótstøðu. Nógvir bólkar av kringum høvdum royna í hesum tøkniligu døgum at gera júst sítt forrit til heimsins sterkasta. Í ár varð mett, at fleiri enn júst Fritz og Deep Junior fóru at kappast um fyrsta plássi. Og so varð.

HM Shredder
Sekstan talvforrit høvdu boðað frá luttøku, men tað varð í veruleikanum bert ein kapping millum fýra talvforrit. Ellivu umfør vórðu leikt, men longu eftir seks umførum sást hvørji forrit fóru at stríðast um heiðurin sum hitt sterkasta á fold.
Sum væntað vórðu Fritz og Deep Junior millum hesi fýra, men Brutus og Shredder fylgdu væl við. Serliga Shredder við sínum øgiliga endaspurti vakti ans og endaði loksins á fyrsta plássi saman við Fritz, við 9,5 stigum. Við níggju stigum kom Deep Junior, sum miðskeiðis í kappingini sera óvæntað tapti móti forritinum Ruy Lopez, ið endaði aftast. Brutus fekk eitt fjórða pláss við 8,5 stigum.
Umdysturin mátti til fyri at finna vinnaran, og hesin bleiv leiktur sunnudagin. Heilarnir aftanfyri Fritz vórðu óivað fegnir, tá Fritz megnaði at fáa ein tryggan javnleik í fyrsta talvinum við svarta fólkinum. Tað er jú nærum ómøguligt at vinna á telduni við svarta fólkinum, hjá menniskjanum í øllum førum, og tí varð Fritz mettur sum favorittur undan seinna og seinasta talvinum í umdystinum. Ímóti øllum metingum og gitingum, eydnaðist tað Shredder at knógva favorittinum, enntá við svarta fólkinum, eftir eitt drúgvt talv. 89 leikir og fleiri tímar vardi talvið.
Shredder er als einki ókent forrit í talvheiminum, men óvæntað má úrslitið sigast at vera, serliga tá hugsað verður um at serkøn kring talvheimin einans tosa um Fritz ella Deep Junior sum avbjóðarar móti sterkasta menniskjanum, Garry Kasparov.

Anand koppaður
Í Suðurspania er ein sterk kvikkapping júst liðug leikt. Nógvir sterkir telvarar luttóku, eitt nú Anand, Topalov, Judit Polgar og Radjabov. Svenski stórmeistarin Tiger Hillarp-Persson, sum telvar við kollfirðingum, slapp eisini í part.
Anand hevur hetta heystið verið einaráðandi tá tað kemur til kviktelving. Hann vann í oktober HM í kviktalvi við at vinna á Kramnik í finaluni, og beint eftir HM-kappingina vann hann enn eina sterka kvikkapping, eftir finalusigur á Topalov.
Í Spania varð tað júst Topalov sum dróg longra stráið, og fekk eina kærkomna hevnd. Bulgarski Topalov endaði fremstur, ósigraður, við sjey stigum av tíggju møguligum. Anand og stjørnuskotið Radjabov fingu 6,5 stig og eitt annað pláss at býta millum sín. Tiger hevði eina góða og heiðurliga kapping við 4,5 stigum, sum gav honum eitt sætta pláss. Polgar skuffaði við sínum fýra stigum og næstaftasta plássi.

Karpov í øðini
Anatoly Karpov skuldi av røttum luttaka, men eftir at hann ikki fekk útsett sítt talv móti Radjabov í fyrsta umfari, valdi hann ikki at møta upp til seinna umfar og bleiv tí blakaður úr kappingini. Hetta var ikki fyrstu ferð, sambært hinum telvarunum í kappingini, at Karpov biðjur um útsetilsi orsakað av slíkum orsøkum. Karpov segði seg vera móðan eftir ein seinkaðan flúgvitúr, men Radjabov stóð fastur um avgerðina, helst eftir ráðgeving frá fleiri telvarum, og tað spann øði í gamla meistaran, sum tískil ikki vildi møtti upp næsta dagin. Karpov kallaði eftir hendingina stutt sagt fyrireikararnar og telvararnar fyri tápulingar.