Føroyar eru aftanfyri 15-19 í Skopje í steðginum í tí seinna HM Play Off dystinum móti Norðurmakedonia. Føroyar vunnu 34-27 farna mikukvøld, og tí má úrslitið ikki blíva nógv verri enn hetta um tað skal bera á mál hjá Føroyum.
Føroyska verjan hevur havt trupult við at steðga norðurmakedonska álopsspælinum.
Føroyar byrjaðu væl, og liðini fylgdust til støðuna 5-5. Tað byrjaði at síggja svart út tá makedonar vóru á odda 15-10, men føroyska liðið hevur fótað sær ta seinastu løtuna.
Málskjúttar hjá Føroyum: Elias Ellefsen á Skipagøtu 4/4, Leivur Mortensen 2/2, Vilhelm Poulsen 2/3, Teis Horn Rasmussen 2/3, Pætur Mikkjalsson 1/1, Hákun West av Teigum 1/1, Tróndur Mikkelsen 1/1, Pauli Mittún 1/1, Óli Mittún 1/2.
Pauli Jacobsen hevur bjargað fimm av 22 málroyndum.