HM endaspælið: Soleiðis sær millumrundan út

Bólkaspælið í HM endaspælinum í hondbólti hjá monnum er av. Tað næsta stigið í kappingini er millumrundan. Í millumrunduni eru tveir bólkar. Liðini í millumrunduni hava tí stigmongduna, sum tey hava vunnið sær frá hinum liðinum, ið komu víðari frá teirra bólki. Í millumrundini spælir man tríggjar dystir, tí man spælir ikki umaftur ímóti teimum liðinum, man var í bólki saman við áðrenn.

 

Til dømis møtast Danmark og Noreg ikki í millumrundini, sjálvt um bæði liðini eru í bólki 2. Hetta er tí, at bæði liðini komu víðari úr sama bólki.

 

Tað komu trý lið víðari í hvørjum bólki. Tað vóru fýra bólkar við seks liðum. Nú er talið av liðum í kappingini hálverað. Danmark fekk heili fýra stig við í millumrundina og er tí nummar 1 í bólki 2 í millumrunduni. Danmark er í bólki saman við Svøríki, Noreg, Ungarn, Egyptalandi og Tunesia.

 

Danmark spælir fyrsta dystin í millumrunduni ímóti Ungarn í annaðkvøld.

 

Ísland eru í bólki 1, teir megnaðu at spæla seg víðari á síðsta leikdegi, tá ið teir vunnu við tveimum ímóti Makedonia í gjár. Útlitini fyri at Ísland røkkur hálvfinalunum eru tó ikki so góð. Teir taptu tveir dystir í bólkaspælinum og hava tí 0 stig í millumrunduni. Hini liðini í bólki 1 eru Kroatia, Týskland, Frakland, Spania og Brasilia. Fyrsti dystur hjá Íslandi í millumrundini er í annaðkvøld ímóti Týsklandi.

 

Yvirlitið kann síggjast her: sport.tv2.dk/haandbold/turnering/12844