HM 2022: Zlatan gjørdi mun fyri Svøríki

Spania snávaði, málverjin hjá San Marino er kendur í Onglandi og Týskland vann á Íslandi

Í gjár vóru seinna hálvan av dystunum í fyrsta umfari í HM 2022-undankappingini. Eins og fyrradagin var onkur stórtjóð, sum ikki fekk fult. Zlatan Ibrahimovic var aftur á vøllinum fyri Svøríki og málverjin hjá San Marino fær rós á Wembley. 

Bólkur B:

Spania var stórfavorittur móti Grikkalandi, men tað spældi ikki so væl av, sum Luis Enrique og hansara menn ætlaðu. Álvaro Morata legði Spania á odda, men Anastasios Bakasetas javnaði upp á brotsspark í seinna hálveiki. Síðani fekk strilti at fáa mál og tað endaði 1-1.

Á Friends Arena var Zlatan Ibrahimovic aftur á svenska landsliðnum fyri fyrstu ferð í fimm ár. Hann átti eisini uppleggið, tá Viktor Claesson tíggju minuttir fyri hálvleik skoraði sigursmálið. Georgia trýsti móti dystarenda, men tað endaði við einum 1-0 sigri. 

Støðan:

1.     Svøríki 3

2.     Spania 1

3.     Grikkaland 1

4.     Kosovo 0

5.     Georgia 0 

Bólkur C:

Italia kom væl frá byrjan við einum 2-0 sigri á Norðurírlandi. Longu í hálvleikinum var 2-0 við málum frá Domenico Berardi og Ciro Immobile. Miðverjin, Leonardo Bonucci, spældi sín landsdyst nummar hundrað.

Sveis hevur havt eitt sterkt landslið í nøkur ár. Tað sær út til at standa við, tí teir vunnu í gjár 3-1 í Bulgaria, sum tó ikki hevur nær námind somu styrki sum í 90unum. Breel Embolo, Haris Seferovic og Steven Zuber skoraðu málini. 

Støðan:

1.     Sveis 3

2.     Italia 3

3.     Litava 0

4.     Norðurírland 0

5.     Bulgaria 0 

Bólkur F:
Hetta er bólkurin hjá Føroyum, sum fekk ein 1-1 javnleik móti Moldova í gjár. Málið skoraði inni skifti Meinhard E. Olsen. Hetta var hansara fyrsta mál fyri A-landsliðið. Fyrr á kvøldinum vann Danmark 2-0 á Ísrael. Martin Braithewaite og Jonas Wind skoraðu málini.

Mest spennandi dysturin mundi verða á Hampton Park, har Skotland fekk vitjan av Eysturríki. Tað endaði við javnleiki 2-2, men gestirnir mundu hava munin leikliga. Sasa Kalajdzic úr Stuttgart skoraði bæði málini fyri Eysturríki, sum Føroyar spæla móti sunnukvøldið.

Støðan:

1.     Danmark 3

2.     Føroyar 1

3.     Eysturríki 1

4.     Skotland 1

5.     Moldova 1

6.     Ísrael 0 

Bólkur I:

Ongland tók á Wembley móti San Marino. Heimaliðið vann greiðan 5-0 sigur, men sigurin kundi verið væl størri, um ikki málverjin hjá San Marino, Elia Benedettini, ikki spældi framúr væl. Hann hevur eftirfylgjandi fyri nógv rós á bretsku miðlunum á sosialu miðlunum fyri sítt avrik. Dominic Calvert-Lewin skoraði tvey, meðan Ollie Watkins úr Aston Villa fekk mál í sínum fyrsta landsdysti.

Andorra tapti tepurt fyri Albania á heimavølli. Úrslitið bleiv 1-0 til Albania. Í triðja dystinum í bólkinum endaði tað 3-3 millum Ungarn og Pólland.

Støðan:

1.     Ongland 3

2.     Albania 3

3.     Ungarn 1

4.     Pólland 1

5.     Andorra 0

6.     San Marino 0 

Bólkur J:

Týsklandi greiddi sín setning, tá Íslandi kom á vitjan. Heimaliðið vann 3-0. Málini skutu Leon Goretzka, Kai Havertz og Ilkay Gundogan. Rumenia vann 3-2 á Norðurmakedónia, meðan Armenia vann tepan 1-0 sigur á Liktenstein. Avgerandi málið komm sjey minuttir fyri tíð, og talan var um sjálvmál. 

Støðan:

1.     Týskland 3

2.     Rumenia 3

3.     Armenia 3

4.     Liktenstein 0

5.     Norðurmakedónia 0

6.     Ísland 0