HM: Føroyar eru á odda 21-17 í steðginum

Japanar hava givið Føroyum harða mótstøðu í Magdeburg

Mynd: IHF

Hálvleikur er í Magdeburg í øðrum dystinum hjá føroyska U21-landsliðnum í bólki D í HM-endaspælinum.

 

Føroyar eru á odda 21-17 í steðginum.

 

Mótstøðuliðið, Japan hava givið Føroyum skarpan gang í einum málríkum fyrra hálvleiki.

 

Aleksandar Lacok, ið kom inn fyri Paula Jacobsen hevur havt nakrar týðandi bjargingar í málinum.

 

Føroyar hava skorað uppá 75 prosent av málmøguleikunum í fyrra hálvleiki.

 

Málskjúttar: Hákun West av Teigum 7/8, Elias Ellefsen á Skipagøtu 6/7, Janus Dam Djurhuus 6/9, Ísak Vedelsbøl 1/1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1/1.

 

Vit hava fingið fleiri mál frá vengrunum (Janus og Hákun)

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: IHF