Hleb ávegis til Barcelona

Hvítarussin í Arsenal, Alexander Hleb, heldur eftir øllum at døma ikki fram í enska høvuðsstaðnum

Miðvallarin hevur seinastu dagarnir verið í samráðingum við Barcelona, og sum helst hevur við sær, at hann spælur á Nou Camp í komandi kappingarári.

27 ára gamli Alexander Hleb skifti til Arsenal í 2005, og hetta seinasta árið hevur hann torført við at vunnið sær pláss í byrjunaruppstillingini.