– Eg haldi heilt erligt ikki, at vit skulu verið farnir á vøllin aftur.
Tað segði Kasper Hjulmand, danskur landsliðsvenjari, á tíðindafundi í dag, eftir at Christian Eriksen small um í dystinum ímóti Finnlandi í gjár.
Eftir ein steðg upp á smáar tveir tímar komu spælararnir aftur á vøllin og spældu dystin lidnan.
– Eg havi eitt sindur ringa samvitsku um, at vit fóru at spæla aftur, segði Kasper Hjulmand, sum gjørdi greitt, at tað vóru spælararnir, sum tóku avgerðina.
– Mín varhugi var heilt grett, at tað var ein av tveimum tveimum møguleikunum, og tað var eingin, sum kundi yvirskoða ikki at kunna sova og skula í buss aftur, lata seg íaftur, so tað var bara at fáa tað yvirstaðið og so sleppa til hús.
Peter Møller, fótbótlsstjóri hjá DBU, legði afturat, at eingin hevur trýst liðið til at halda fram við dystinum, men hann stuðlar tí, ið landsliðsvenjarin segði.
– Eg haldi, at tað er viðkomandi, at vit síðani seta spurningin, um tað nú var tann rætta avgerðina at halda framv ið dystinum, sigur Peter Møller·
/ritzau/