HJK Helsinki spælir sínar heimadystir á graslíki

Ein graslíkisvøllur og eitt hóvligari hitalag bíðar KÍ á útivølli hesaferð

KÍ fyrireikar seg í hesum døgum til fyrra Play Off dystin í Conference League móti HJK Helsinki, har samlaði vinnarin vinnur seg til deildarspælið í Conference League.

 

Fyrri dysturin verður leiktur á Tórsvølli, hóskvøldið klokkan 19.45.

 

Tá KÍ mátti lúta fyri Borac Banja Luka í Bosnia Hersogovina aftaná longda leiktíð í farnu viku var tað undir torførum umstøðum. Hitalagið var beint undir 30 hitastig, og talan var um ein tungan grasvøll.

 

Heilt aðrar umstøður bíða KÍ til returdystin móti HJK Helsinki um níggju dagar.

 

Av øllum nøvnum hevur leikvøllurin hjá HJK eitt navn, ið eigur at gera Jákup Ósá ernan. Leikvøllurin eitur nevnliga Bolt Arena.

 

Bolt Arena hevur ein graslíkisvøll. Tað er avgjørt ein fyrimunur fyri KÍ. 

 

Áskoðarakapasiteturin á Bolt Arena er 10.770. Umleið tað dupulta av Tórsvølli. 

 

Í Finnlandi, Noregi og Svøríki spæla nógv lið sínar heimadystir á graslíki. 

 

Yr.no sigur millum 15 og 20 hitastig í Helsinki í komandi viku. So megnar KÍ eitt gott útgangsstøðið í fyrra dystinum eru møguleikarnir fyri deildarspælið í Conference League til staðar við góðum undirlagi og hóvligum hitalagi.