Fyri at bøta um trygdina fer bygdaráðið í Skúvoy nú at keypa ein hjartastartara, sum skal standa onkustaðni mitt fyri í bygdini. Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, sigur, at hetta vikuskiftið eru so allir skúvoyingar bodnir á skeið í fyrstuhjálp, sum umboð fyri Reyða Kross er komið til Skúvoyar at skipa fyri.
Samstundis fær bygdarfólkið eisini skeið í at brúka hjartastartaran.
Borgarstjórin sigur, at dímuningar hava fingið sama tilboð, so halda tey, at tað er neyðugt, kunnu eisini tey keypa hjartastartara til Dímunar og fara á skeið at læra seg at brúka hann og í fyrstuhjálp annars.
Tað er kommunan, sum stendur fyri hesum og hon átekur sær allar útreiðslurnar av hjartastartarum og skeiðum.
Harry Jensen sigur, at ein hjartastartari kostar einar 15000 krónur, so hann heldur, at hetta er væl útgivnir pengar, tí tað er væl prógvað aðrastaðni, at teir mangan hava bjargað mannalívi.
- Hesir hjartastartarir eru eisini so lættir at brúka, at øll kunnu geva fyrstuhjálp við honum eftir at hava verið á skeiði.
Borgarstjórin sigur, at skúvoyingar eru so avbyrgdir, at er tørvur á bráðneyðugari hjálp, er tað nakað drúgvt at bíða eftir hjálp uttaneftir.
- Tí mugu vit royna at fyrireika okkum sum frægast, so at vit sjálvi fáa givið bráðfeingis fyrstuhjálp, til vit fáa hjálp uttaneftir, sigur borgarstjórin.
Yvirhøvur tekur gera tey nógv burtur úr trygdini í Skúvoy.
Í hesum sambandi hava tey eisini útvegað útgerð at sløkkja eld við. Samstundis eru brandpostar settir upp um alla bygdina og vatngoymla er gjørd, sum er til eldsløkking burturav.
Men av tí, at tey eru so illa mannað í oynni, hava tey eisini brandskáp við hvønn brandpost við 60 metra slangu, so arbeiðið at sløkkja kann byrja beinanvegin, til bíðað verður eftir teirri stóru útgerðini.
Myndin vísir eitt dømi um ein av hesum smáu hjartastartarunum, sum nú eru vanligir aðrastaðni og sum eru eo lættir at brúka, at øll kunnu læra seg tað og sostatt bjarga lívi.










