Hjartans tøkk!

Oddmar á Steig

 

Til løgtingsfólk og øll tit, ið vóru við at ávirka myndugleikarnar, skulu hava mína hjartans tøkk, at tit fingu promillumarkið niður á 0,2.

Eg havi í drúgva tíð heitt á bæði kirkjuligar og verðsligar myndugleikar at fáa promillumarkið so langt niður sum gjørligt, og Gud havi lov, at tað nú eydnaðist at enda.

Kári á Rógvi, tillukku við dokaraheitinum, nú hevði Gullborg omma verið glað og errin, um hon var á lívi. Men í hesum málinum var tú á skeivari leið. Eg fari at heita á teg at lesa ein vísmann, Sálomon kong: Orðtøkini í halgubók, har er nógvur vísdómur at heinta. Og tá ið tú fert í føðingarag í framtíðini, drekk t.d. te, kaffi, kaka, juice (nógv ymisk sløg og er leskiligt og smakkar væl), men ikki vín og annan sterkan løg, um tú skal koyra bil.

So er bert ein lítil heilsan til Bjørt Samuelsen: Hvørki tú ella nakar annar fær nakað vælsignilsi av at bryggja brennivín ella sterkari øl í Føroyum. Tú byggir ikki land á henda hátt.

Og eisini ein stutt heilsan til Erling Eides­gaard og starvsfelag tín, vælsignaðir veri tit, finnið tykkum ein annan vinnu­veg enn brennivíns­vinnuvegin.

Míni bestu ynski fyri land og fólk.

 

E.S. Nú ræður um at læra seg ikki at drekka.