Tíðliga í morgun var allur tinghúsvøllurin prýddur við smáum hjørtum í alskyns litum.
Hjørtuni eru 2000 í tali, svarandi til hvønn lim í Føroya Pedagogfelag.
Hvønn einasta dag eru pedagogar úti fyri at vísa sína ónøgd við sáttmálaloysi, og at tey standa saman.
Í morgun møttust pedagogarnir á Vaglinum í Havn, men tey flyta seg eisini runt í býin, við tinghúsið, Fíggjarmálaráðið, í Tinganesi og aðrastaðni.
Mynd: Álvur Haraldsen










