Hjartafelagið vil hava hjartastartara umborð

- Vit meta tað vera ábyrgdarleyst, at hjartastartari ikki er umborð á øllum føroyskum skipum, sigur Hjartafelagið.

Í skrivi 30. oktober í 2014 vendi Hjartafelagið sær til viðkomandi myndugleikar um við lóg at staðfesta, at hjartastartari kemur umborð á øll føroysk skip.

 

- Vit halda tað ikki vera rætt, at hjartastartari ikki er umborð á øllum skipum. Er tað nakrastaðni, at brúk er fyri hjartastartara, er tað umborð á skipum, har eingin onnur hjálp er at fáa. Vit meta tað tí vera ábyrgdarleyst, at reglur ikki eru fyri hesum.

 

Tað sigur Hjartafelagið í síni áheitan á mynduglekarnar, og brævið er undirskrivað av forkvinnu felagsins, Jensu Heinesen. Í brævinum verður eisini víst á, at dømi eru um, at hjartastartari umborð á skipi hevur bjargað mannalívi.

 

Felagið heitir tí á myndugleikarnar um við lóg at staðfesta, at hjartastartari skal verða umborð á øllum skipum.

 

- Ein hjartastartari í dag kostar millum 12.000 og 15.000 krónur, sigur Hjartafelagið í síni áheitan, sum in.fo fer at venda aftur til í kvøld. Vit fara nevniliga at vísa til svarið, sum felagið smáar 14 dagar seinni fekk frá Vinnumálaráðnum.

 

Myndin av línuskipinum Sandshavinum, sum Birgir W. Høgnesen hevur tikið á Bacalao-bryggjuni í Havn, er tilvildarliga vald.