Eftir Hanus Kamban
And I sing this for the captain
Whose ship has not been built ...
Danmark er í dag eitt av heimsins minstu londum. Soleiðis var tó ikki altíð. Spola vit filmin aftur um slíkar árstalsvarðar sum eitt nú 1864, 1814 og 1658, finna vit eitt land, sum tá, í 17. øld, var eitt europeiskt stórveldi, javnlíki hjá stórum ríkjum sum Fraklandi, Spania og Onglandi.
Av grundum, sum vit neyvan kenna til fulnar, men sum lutvís kunnu hava nakað við fortíðar (bæði politiska og mentanarliga) stórleika at gera, hevur hetta land fostrað heili fimm nøvn, sum eisini í dag eru heimsgitin: stjørnufrøðingarnar Tycho Brahe og Ole Rømer, heimspekingin Kierkegaard, alisfrøðingin (og heimspekingin) Niels Bohr og skaldini H.C. Andersen og Karen Blixen.
Skuldu vit lagt eitt navn aftrat hesum prúða lista, so er tað hetta: Herman Joachim Bang. Og tá ið hetta navn verður tikið fram í dag, er tað av teirri grund, at impressionismunnar meistari í dag heldur sín 150 ára føðingardag.
Herman Bang varð føddur og búði síni fyrstu ár í bygdini Asserballe á Als, har pápi hansara var prestur. Hansara ætt kom kortini av Sælandi og taldi millum síni nøvn nøkur av teimum gitnastu fólkunum í danskari bókmentasøgu, lutvís eisini læknasøgu. Bang búði seinni í Horsens og Tersløse, tók studentsprógv á Sorø, fór til Keypmannahavnar og skapti sær eftir stuttari tíð eitt navn sum ein av landsins mest lisnu og áhugaverdu blaðmonnum.
Hóast Herman Bang alt lívið hevði ein ósløkkjandi tokka til sjónleik, var tað í bókmentum, hann skapti síni stórverk. Hann skrivaði nakrar av teimum fínastu stuttsøgunum og skaldsøgunum í donskum bókmentum. Hansara kynstur var fyrst og fremst knýtt at tveimum stevnum, dekadansuni (sum hevði við evni og evnisviðgerð at gera) og impressionismuni (ið var ein stílstevna).
Við sínum serliga dramaturgiska skrivingarlag megnaði Bang sum fáur at skapa livandi persónar. Vit síggja teir fara framvið nú, at kalla hálva øld eftir deyða hansara: William Høg, Franz Pander, Charlot Dupont, Giovanni Bedini, Katinka Bai, Herluf Berg, Irene Holm, Claude Zoret, Joán Ujhazy og tann ógloymandi Gerda Johansen frá De uden Fædreland. Hann lýsir tær stillu verurnar, tey avpartaðu og einsamøllu, tilverunnar statistar, artistar, tænarar, undurbørn, fúrstar. Hansara skriving fatar um humor og patos (kanska viðhvørt í meira lagi av hesum seinna), sorgarleik og komikk. Tann holdsliga girndin, sum avgrund, lúrir undir kærleikans lokkandi og svikaliga útskinni:
Amour, amour,
oh, bel oiseau,
chante, chante,
chante toujours.
Herman Bang er í dag ein á mangan hátt logandi aktuellur persónur. Hann var samkyndur, royndi at liva sambært síni náttúru og skrivaði stutt fyri sín deyða eina sera áhugaverda og viðkomandi ritgerð, har hann greiðir frá sínum royndum og sínum tonkum um hesar spurningar. Í hesi grein finna vit helst lykilin til, at Bang, sum ein av heilt fáum mannligum rithøvundum, veruliga megnaði at lýsa kvinnuligar persónar, sum vóru teir ímyndaðir innanífrá. Herman Bang mátti rinda prísin fyri sítt erliga og sanna lívsmynstur, í einum landi, hvørs blaðheimur (tá sum nú) er eyðkendur av einum merkiligum lyndi til smásinni og ódjarvt og stingandi meinfýsni.
Men eisini á annan hátt hava Bang og okkara tíð áralag. Honum dámdi at gera seg upp, at leika tann excentriska leiklutin, hann hevði tokka til tað litríka og proteuskenda, tað sjáldsama og forfínaða. Hann visti alt um tann ans fyri sjónliggerð, sum okkara tíð heldur seg hava uppfunnið. Á ein hátt er hann tí ein boðberi, ið peikar fram um okkara tíð, móti eini øld av fjølbroytni, ið vit helst enn bara hóma. Eingin ivi um tað, tað er Herman Bang og hansara bæði glæsiligu og torfunnu utopi, Leonard Cohen hugsar um, tá ið hann yrkir:
And I sing this for the captain
Whose ship has not been built,
For the mother in confusion,
Her cradle still unfilled.
For the heart with no companion,
For the soul without a king,
For the prima ballerina
Who cannot dance to anything.
Lagt kann verða aftrat, at Herman Bang hevur havt sera stóra ávirkan á serliga norðurlendskar og týskar bókmentir, og at ritverkið hjá tí týska bókmentaliga nobelvinnaranum Thomas Mann er at kalla óhugsandi, í tí líki vit kenna tað, uttan tann íblástur, hann fekk frá sínum “danska bróðuri”.
-------------
Komandi sunnudag, tann 22. apríl, heldur Hanus Kamban fyrilestur um Herman Bang í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Í fyrilestrinum, sum verður hildin frá kl. 16.00, verður greitt frá skaldsins lívi, ritverki, bókmentaligu ávirkan og týdningi.