Hjartað inn í býráðið!

Eg bjóði meg fram sum títt umboð í komandi býráð fyri Tórshavnar kommunu. Eg havi sett mær sum stevnu, at vera ein sosial rødd og at arbeiða fyri, at denturin verður lagdur á tørvin og umstøðurnar hjá borgarum her í kommununi til at liva og virka - at Tórshavnar kommuna skal vera ein rúmlig og livandi kommuna.
Eitt av mínum hjartamálum er dagstovnaøkið. Eg brenni fyri, at menna hetta økið innihaldsliga. Royndir mínar gjøgnum 4,5 ár sum námsfrøðingur og 2,5 ár í fakfelagsarbeiði hava gjørt meg enn meira tilvitaða um, at tað er innan fyri kommunalan politik, at menningin kann fáast at henda. Økið skal mennast gjøgnum førleikamenning av starvsfólkum og skipaðum arbeiðisviðurskiftum hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum. Børnini hava rætt til eitt umhvørvi, sum er merkt av læring, tryggleika og dygd.
Hví eri eg rætta umboðið? Tað eri eg, tí eg eri arbeiðsom, ábyrgdarfull, ágrýtin og gevist ikki fyrrenn málið er nátt. Tað havi eg prógvað gjøgnum dagliga arbeiði mítt á Dagstovinum í Løkjatúni og í fakfelagsarbeiðinum. Men samstundis, sum at eg eri málrættað, so er ein av mínum styrkum, at eg dugi at lurta. Eg dugi at hoyra áhugamálini hjá ymsu borgarununum, hóast tey ikki eru míni hjartamál. Tað, at vera politkari, krevur líka nógv at duga at lurta, sum at duga at traka fram.
Eg ynski at virka fyri nærdemokrati og opinleika í kommununi. Eg vil, at betur eigur at vera kunnað um tað ymiska arbeiði, sum fer fram í nevndunum, og at borgarin fær møguleika at vera hoyrdur. Tað hevur týdning, at staðbundnu nevndirnar, eldraráð og borgarir uppliva at vera hoyrd og hava ávirkan í málum, sum viðkoma teimum.
So eg vil heita á teg um at vísa mær álit við at seta x við Elin á lista E!
Elin N. W. Tausen – www.elin-nwt.tk